William Gibson Sloan – Ein valdi at fara – Veking í Føroyum

kr.195.00

2 á goymslu

Vel møguleika

Ókeypis flutningur fyri keyp yvir 400,-

    Gjald trygt við
    • Visa Card
    • MasterCard
    Vørunummar SKU: 9789991845692 Bólkur:

    Vørulýsing

    Um Harrin sendir meg,
    so eri eg vísur í, at eg ikki
    fari hagar til fánýtis
    – William G. Sloan
    Ein einstakur ungur maður var lýðin missiónsboðum Kristusar. Hann kom við gleðiboðskapi, sum broytti og menti eina heila tjóð. Bókin sigur frá skotanum William G. Sloan, sum í 1865 kom til Føroya, og lýsir virksemi hansara.

    Ein, sum ferðaðist saman við Sloan eitt skifti í 1899, greiðir soleiðis frá:

    Sloan dugdi væl við fólki, og sum oftast tóku tey væl ímóti honum. Eftir møtið stukku vit inn á gólvið hjá fólki, hann heilsaði teimum, eisini børnunum, spurdi konuna, hvørjum skipi maðurin var við, og hvussu gekst við fiskiskapinum. Hann troystaði eina mammu, ið hevði mist eitt barn, og eggjaði einum gomlum manni at søkja Harran. Hann uggaði eina blinda konu við vónini um himmalin og legði børnunum eina við at vera góð hvørt við annað.