Um okkum
Søgan
Søgan er 100 ár
Í fjør fór bókhandilin ALFA um tey 100 árini. Ymiskir eigarar hava rikið handilin, og vøruúrvalið hevur eisini verið tillagað í mun til sína samtíð.
Í dag reka Beinta Gregersen og Marita Samson handilin, eftir at Torbjørn og Hallgerð valdu at selja.
Meiri um søguna handan ALFA bókhandil verður løgd út her ein av komandi døgunum.
Um okkum
Í Alfa stremba vit eftir at veita kundum okkara bestu tænastuna, stuttligasta úrvæl av vørum og eitt nærlagni, sum ger, at tú helst skalt tíma at koma aftur. Vit elska, tá kundarnir finna tað, tey komu eftir og ikki minst, tá vit síggja stjørnur í eygunum á børnum, sum hava funnið júst tað tey ynskja sær.
Vælkomin í Alfa Bókhandil
Sterkt toymi
Niðanfyri sæst yvirlit yvir okkara røsku starvsfólk, ið bíða eftir at geva tær eina góða uppliving og tænastu.
Elisabeth Steinberg
Handilsleiðari og starvsfólk
mittalfa(@)mittalfa.fo