Keypstreytir og kunning
Seljari
Mittalfa.fo
Sp/f Alfa Bókhandil
Nólsoyar Pálsgøta 2
700 Klaksvík
V-tal 309400
Tel. 455533
mittalfa@mittalfa.fo
Prísir
Allir prísir eru íroknað MVG.
Kostnaður fyri útkoyring í Føroyum er DKK 78,-. Tó er úkoyringin ókeypis, um keypt verður fyri meiri enn DKK 400,-.
Gjalding
Bíløgd vøra skal gjaldast umvegis gjaldsskipanina ella umvegis bankaflyting. Eisini kann gjaldast kontant um mann ynskir at avheinta vøruna á okkara lagri.
Gjaldast kann við hesum gjaldskortum:
Dankort, Visakort og Mastercard
Keypsupphæddin verður ikki trekt av gjaldskorti tínum fyrr enn vøran antin verður avheintað á goymslu okkara, ella tá hon verður send avstað.
Gjaldingin fer fram gjøgnum Quickpay & Clearhaus Hetta eru viðurkendar og tryggar gjaldsskipanir. Vit goyma ongantíð nakrar av tínum gjaldsupplýsingum.
Levering
Bíløgd vøra kann heintast á goymslu okkara á Nólsoyar Pálsgøta 2 , ella verður hon send heim til tína hurð við hurð-til-hurð koyritænastuni.
Leveringstíðin er vanliga ein gerandisdag, sum merkir, at tú væntandi móttekur vørusendingina seinnapartin dagin eftir at tú hevur bílagt vøruna (gerandisdagar).
Men tað kann eisini ganga upp til 2-3 dagar, alt eftir hvar í landinum bíleggingin skal sendast. Serliga har sum tað ikki er landfast við meginøkið.
Klaksvíksleiðin koyrir ikki vørubíleggingar út leygardag, sunnudag og halgidagar.
Kostnaður fyri vørusendingina er DKK 78.- Hesin kostnaður verður lagdur afturat vørukostnaðinum. Tó er útkoyring ókeypis í Føroyum, um keypt verður fyri meiri enn DKK 400,-.
Kostnaður fyri levering
Tað kostar einki, um tú velur at heinta vøruna í handlinum á Nólsoyar Pálsgøta 2, Klaksvík
Kostnaðurin fyri levering við hurð-tilhurð koyritænastuni er DKK 78,-. Kostnaðurin verður lagdur afturat kostnaðinum fyri bíløgdu vørurnar.
Tá partur av bílegging tíni ikki er á lagur
Um partur av bílegging tíni ikki er á lagur hjá okkum, seta vit okkum í samband við teg og siga frá, nær øll bíleggingin væntast at vera á lagur. Hareftir kanst tú velja um tú ynskir 1) at fáa bíleggingin avleveraða í einum ella fleiri vørusendingum, ella 2) um tú bert ynskir at gjøgnumføra ein part av bíleggingini, ella 3) um tú ynskir at strika alla bíleggingina sum hon er.
Gevi gætur
Vit trekkja ongantíð nakra keypsupphædd av gjaldskorti tínum fyrr enn vøran verður avheintað á lagrinum hjá okkum, ella tá hon verður send til tín við Klaksvíksleiðini, sambært avtalu.
Vøra sum greitt ikki er á lagur
Um tað framgongur í webshopini, at tann vøran ella støddin sum tú ynskir, ikki er á lagur hjá okkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis teldupost (mittalfa@mittalfa.fo), og spyrja nær júst tann vøran kann væntast at vera á lagur hjá okkum og harvið tøk til bílegging.
Iðranarrættur
Iðranarrætturin hjá mittalfa.fo er sambært vegleiðingunum frá danska Forbrugerombudsmanden.
Kundar hjá mittalfa.fo hava 14 daga iðranarrrætt, fyri vøru sum er bíløgd og keypt á mittalfa.fo. Iðranarrætturin er galdandi frá tí degi, tá mann hevur fingið vøruna í hendi.
Kundin hevur soleiðis 14 dagar at boða frá brúki av iðranarrættinum, og síðani haraftaná 14 dagar at venda vøruna retur til mittalfa.fo
Vøran skal sendast aftur til ALFA Bókhandil á Nólsoyar Pálsgøtu 2, í sama standi, sum hon var í, tá kundin fekk vøruna.
Fyri at unganga, at mann skal gjalda fyri eina virðisminking, kann mann sum tummilfingurreglu brúka tí meginreglu, at tað í øllum førum er loyvi til at kanna og royna vøruna heima hjá sær sjálvum, á sama hátt sum í einum vanligum fysiskum handli.
Kundin skal sjálvur rinda fyri at senda vøruna aftur til mittalfa.fo tá iðranarrætturin verður brúktur.
Vøran skal sendast ella latast til:
ALFA Bókhandil
Nólsoyar Pálsgøta 2
700 Klaksvík
Tá mittalfa.fo hevur móttikið vøruna, ger felagið bankaflyting, áljóðandi alla keypsupphæddina aftur til keypara. Kontonummar má soleiðis eisini upplýsast. Tó, hvis tað greitt framgongur, at vøran er brúkt, tá iðranarrætturin verður fráboðaður og vøran aftursend til okkara, verður iðranarætturin antin sýttur ella verður upphædd fyri virðisminking trekt frá tí upphædd sum verður flutt aftur til kundan.
Brek við vøru
Um kundi hjá mittalfa.fo leggur til merkis, at tað er brek við vøruni, skal hetta boðast frá til mittalfa.fo skjótast møguligt eftir at brekið er lagt til merkis.
Allar tílíkar fráboðanir verða handfarnar sambært tí í Føroyum galdandi keypilóg.
Kundin skal tá seta seg í samband við mittalfa.fo umvegis teldupost og greiða frá brekinum. Best er um kundin eisini sendir myndir av brekinum.
Verður brekið staðfest av mittalfa.fo, fær kundin sum oftast eina nýggja vøru av sama slag. Um vøra av sama slag ikki skaffast longur, verður kundanum bjóða at fáa líknandi vøru, ella ein avsláttur í prísinum og so varveita uppruna vøruna. Ynskir kundin ikki at fáa líknandi vøru ella at fáa ein avsláttur í keypsprísinum og so varveita uppuna vøruna, stendur honum í boði, at lata keypið ganga aftur.
Um kundin ynskir at fáa aðra vøru, ella at lata keypi ganga aftur, hevur kundin skyldu at lata uppruna vøruna aftur til mittalfa.fo.
Aftaná 2 ár kann kundin ikki longur fráboða brek við vøruni.
Klaga
Klaga um mittalfa.fo kann, fyri privatar brúkarar, gerast til Brúkaraumboðið í Føroyum.
Online-gjalding
Gjaldast kann beinleiðis við gjaldskortum: Dankort, VISA og Mastercard, ein og umvegis bankaflyting. Gjalding umvegis gjaldskort verður framd gjøgnum quickpay og clearhaus skipaninar. Hetta er viðurkendar og tryggar gjaldsskipanir. Vit goyma ongantíð nakrar av tín gjaldsupplýsingum, og keypsupphæddin verður ongantíð trekt av tínum gjaldskori fyrr enn vøran antin verður avheinta á lagri okkara ella tá vøran verður send við Klaksvíksleiðini.