Vísur 49–60 av 72 vørum

  • Deyð Jørð – Ferðin til Sikso

    kr.108.00

    Jørðin doyði fyri tíggju árum síðan. Neo og Niria eru uppvaksin í einari rakett í rúmdini. Mamma og pápi teirra fóru avstað fyri fleiri árum síðan. Tey skuldu byggja eina støð á einari aðrari gongustjørnu. Nú eru Neo og Niria á veg til støðina. Men fara tey at finna mammuna og pápan?

  • Rustaði heimurin

    kr.245.00

    TEY FÝRA SYSTKINI – Píl, Petur, Bowie og Ramona hava strítt seg ígjøgnum rusklandið Danmark. Men nú, tá tey endiliga eru komin harfrá, kenna tey nærum ikki heimin aftur, sum hann var. Børnini mugu siga bæði bottum og kensluleysum vaksum sannleikan um eina verð fulla av ruski og fake news. Tey hava tørv á øllum…

  • Har heimurin endar

    kr.249.00

    Hvørt summar verða Quill og vinir hansara settir út á ein fjarskotnan drang úti á havinum at taka fugl. Men hetta summarið kemur eingin út aftur eftir teimum. Sjálvandi kann tað ikki vera annað enn heimsins undirgangur, ið ger, at teir sita strandaðir – kaldir og svangir og krøkja seg í lívið á einum alráðandi…

  • Lítla Kráka samlar

    kr.85.00

    Krákur samla og draga heim í reiðrið. Men henda lítla krákan fær ikki afturhald, so brátt verður næstan ikki pláss fyri henni sjálvari í reiðrinum – og als ikki pláss til vinir.

  • Barna-sangbók Føroya

    kr.248.00

    Barnasangbók Føroya er ætlað børnum 0-7 ár. Hon hevur 114 sangir á ymsum torleikastigum, og sangirnir eru bæði gamlir og nýggir. 11 føroysk myndlistafólk hava myndprýtt bókina, og nótar eru til allar sangirnar.

  • Emil í Lønnibergi

    kr.228.00

    Í Lønnibergi búði ein lítil smádrongur, sum æt Emil. Hann var ein ordiligur kúllur. Hann var ikki so fittur sum tú, minni enn so, men fittur var hann kortini, tá ið hann ikki græt. Hann hevði stór, blá eygu, runt andlit og gult, purlut hár. Ja, hann líktist einum eingli, men hann var eingin eingil….

  • Boggelibogg 2

    kr.140.00

    Í fyrru bókini, hoyrdu vit um ævintýrferðina hjá Boggelibogg, tá ið hann endaði á havinum. Hesaferð hoyra vit um systur hansara Klinku. Heima í ósanum í Lítluvík er gott at vera.Hvønn dag stuttleika tey sær óført, spæla krógva og blunda og renna um kapp og alt møguligt annað. Teimum dámar at hugna sær.Boggelibogg og lítla…

  • Herskip

    kr.200.00

    Nær sigldu fyrstu bardagaskipini í kríggj? Hvussu skjótt kunnu herskip sigla tvørtur um aldur? Hvørji fyri vápn eru umborð á herskipum? Hvat er størsta herskipið á sjónum? Frá sjóbardøgum til nútímans stríð við tøkni – í øldir hava herskip rátt á heimsins høvum. í hesi bókini sleppur tú umborð á kendastu herskipini í heiminum.

  • Kavbátar

    kr.200.00

    Hvat verða kavbátar brúktir til? Nær vóru fyrstu kavbátarnir bygdir? Hvussu sleppur manningin til rýmingar, um okkurt er áfatt? Og hvussu gjørdu kavbátar sítt til at vinna báðar heimsbardagarnar? Her kanst tú lesa um ymisk sløg av kavbátum, frá kjarnorkuriknum risum til evarska lítil robottfør. Tú kanst lesa um spennandi tilveruna umborð á kavbáti og…

  • Heykur fer til lækna

    kr.130.00

    Eg eiti Lea, og hvølpurin hjá mær eitur Heykur. Í dag skulu vit til djóralækna, tí Heykur skal koppsetast. Allir hvølpar skulu koppsetast. Eg má lata sum einki, so Heykur ikki verður óróligur. Men eg veit eisini, at eg verði bangnari enn Heykur, tá hann fær sproytuna.

  • Eitt skrímsl fer í Biograf

    kr.128.00

    Reyð krabbabók – 3. torleikastig

  • Søgan um Robin Hood

    kr.160.00

    Tann óndi sjeriffurin í Nottingham er so ríkur, at hann kann gerast kongur. Bara ein maður kann steðga honum – tað er tann djarvi friðloysingurin, Robin Hood. Men fer tað at eydnast Robini Hood at bróta inn í borgina hjá sjeriffinum og stjala alt ríkidømið hjá sjeriffinum? Lilla krabbabók – 4. torleikastig