Lygn

kr.299.00

22 á goymslu

Vel møguleika

Ókeypis flutningur fyri keyp yvir 400,-

    Gjald trygt við
    • Visa Card
    • MasterCard
    Vørunummar SKU: 9789991838052 Bólkar: ,

    Vørulýsing

    Dagin eftir, at beiggi Sáru Emmudóttur brádliga doyr, fær hon hondskrivað bræv við boðunum: »Hann gjørdi tað ikki«. Sára verður noydd at leita aftur í fortíðina, sum hon flýddi frá. Hon fer eftir pappeskjuni við gomlu myndunum, sum hon ongantíð aftur ætlaði at hyggja at. Slóðirnar leiða til rockkonsert í Havn fyri tjúgu árum síðani, tá ið ung kvinna doyði í eftirveitsluni.

    Gallaríeigarin Jón Amos fær óvanliga uppgávu frá duldarfullum persóni. Hann verður biðin um at finna eitt sermerkt listaverk, sum eingin veit um. Knappliga verður lív hansara skakað av ræðuligari hending.

    Sára Emmudóttir og Jón Amos mugu samstarva, tá ið ræðandi hendingar raka tey meint persónliga, og fyri at finna fram til sannleikan mugu tey avdúka eirindaleysar lygnir.