Mín lívsleið

kr.298.00

21 á goymslu

Vel møguleika

Ókeypis flutningur fyri keyp yvir 400,-

    Gjald trygt við
    • Visa Card
    • MasterCard
    Vørunummar SKU: 9789991837109 Bólkar: ,

    Vørulýsing

    Mín lívsleið er ein samtalubók, sum er ætlað at skapa hugnaligar løtur og góða samveru. Bókin egnar seg til bæði yngri og eldri fólk, eins og hon eisini er vælegnað fólki, ið ikki hava eins gott minni og tey høvdu áður.

    Ætlanin við bókini, er at eigarin av bókini saman við sínum nærmastu fær møguleika at savnað saman og skriva niður stuttligar hendingar og týdningarmiklar løtur frá eini spennandi lívsleið.

    Í bókini ber til at savnað saman svarini uppá allar teir spurningarnar ið vit ofta gloyma at spyrja okkara avvarandi um. Søgur um góð minnir úr barnaárunum, hvar fyrsta arbeiðsplássið var og hvat fyrsta lønin bleiv brúkt uppá. Søgur og hugleiðingar ið hava ómetaliga stórt virið men sum í gerandisdegnum ofta verða gloymdar. Við hesi bók gerst tað lætt at festa alt hetta niður á blað og harvið altíð kunna minnast aftur á hesar hendingar. Til gangs fyri bæði eigarin av bókini men ikki minst fyri tey avvarandi.

    Í bókini er pláss til at seta persónligar myndir í soleiðis at bókin vísir eina áhugaverda lívssøgu í bæði myndum og teksti. Við útgangsstøði í hesum ber til hjá avvarandi og øðrum at brúka bókina sum íblástur til til góðu samrøðuna við okkara kæru.